|
Hin 1. juli: Tjóðardagur í Burundi, Kanada, Ruanda, Somalia
- 1963 - Vága floghavn (myndin) letur fyri fyrstu ferð upp fyri vanligari flogferðslu.
- 2000 - Nýggju ung fólk verða traðkaði í hel á Pearl Jam-konsertini á Roskilde Festival.
- 2002 – Bashkirian Airlines Flight 2937 og DHL Flight 611 bresta saman í loftrúminum yvir býunum Owingen og Überlingen í Týsklandi, 71 fólk ið vóru við flogførunum lótu lív.
vís
|
|
Hin 2. juli:
vís
|
|
Hin 3. juli:
- 1848 - Eftir at uppreistur hevur verið á vesturindisku oynni Sankt Croix, lýsir danski guvernørurin Peter von Scholten (myndin) í Frederiksted allar trælir á oynni sum fræls menniskju.
- 1985 - "Back to the furture" verður frumsýndur í amerikanskum filmhúsum, og verður hægst tjenandi filmur í 1985.
vís
|
|
Hin 4. juli: Sambandsríkið Amerika hevur tjóðardag. Amerikanar hátíðarhalda fullveldið teirra frá bretum.
vís
|
|
Hin 5. juli: Tjóðardagur Venesuela, Tjóðardagur Kap Verde
vís
|
|
Hin 6. juli: Tjóðardagur Komoroyggja, Tjóðardagur Malavi
vís
|
|
Hin 7. juli: Tjóðardagur Salomonoyggja
vís
|
|
Hin 8. juli:
vís
|
|
Hin 9. juli: Suðursudan hava tjóðardag.
vís
|
|
Hin 10. juli: Bahamaoyggjar hava tjóðardag.
vís
|
|
Hin 11. juli: Tjóðardagur Mongolia
vís
|
|
Hin 12. juli: Tjóðardagur Sao Tomi og Prinsipi
vís
|
|
Hin 13. juli: Tjóðardagur Montenegro
vís
|
|
Hin 14. juli: Tjóðardagur Fraklands
- 1933 - Nazistiska stjórnin bannar allar andstøðuflokkar í Týsklandi.
- 1976 - Deyðarevsing verður avtikin í Kanada.
- 2013 - Ein 18 ára gamal maður stingur fýra fólk við knívi í Norðdepli (myndin). Maðurin verður handtikin, og tey fýra offrini innløgd á Klaksvíkar Sjúkrahús.
vís
|
|
Hin 15. juli:
- 1815 – Napoleonsku kríggini: Napoleon Bonaparte (myndin) yvirgevur seg umborð á skipinum HMS Bellerophon.
- 1910 - Emil Kraepelin gevur Alzheimers sjúkdóminum navn, eftir arbeiðsfelaga sínum Alois Alzheimer.
- 2006 - Twitter opnar fyri almenninginum, og gerst ein av heimsins størstu samfelagsmiðlum.
vís
|
|
Hin 16. juli:
vís
|
|
Hin 17. juli:
- 1918 - Nikolaj II keisari av Russlandi verður myrdur, saman við konu síni og fimm børnum av bolsjevikum í Yekaterinburg, Russlandi.
- 1955 - Disneyland verður latið upp av Walt Disney (myndin) í Anaheim, California, USA
- 2012 - Fýra monnum eydnast at klatra upp á toppin á Trøllkonufingri, ið er ein 313 metrar høgur drangur. Teir fýra eru: Herman Eysturoy, Absalon Eysturoy, Aksel Poulsen og Bjartur Lamhauge. Tríggir aðrir eru eisini við á túrinum, men koma ikki heilt upp á toppin, teir eru: Heini Hátún, Hjálmar Hátún og ein dani.
- 2014 – Malaysia Airlines Flight 17, ið er eitt Boeing 777 flogfar, brotlendir nær við markið av Ukrainu og Russlandi. Staðfest verður at flogfarið er skotið niður. Øll 298 fólkini umborð lata lív.
vís
|
|
Hin 18. juli: Altjóða Nelson Mandela dagur
vís
|
|
Hin 19. juli:
vís
|
|
Hin 20. juli: Tjóðardagur Kolumbia
vís
|
|
Hin 21. juli: Tjóðardagur Belgia
- 1831 - Leopold av Sachsen-Coburg og Gotha verður sum Leopold I tann fyrsti kongurin av Belgia.
- 1944 - Seinni heimsbardagi: Claus von Stauffenberg verður skotin til deyða í Berlin fyri at hava framt drápsroynd ímóti Adolf Hitler dagin fyri.
- 1960 - Sirimavo Bandaranaike (myndin) verður vald til forsætisráðharra í Sri Lanka. Hetta er fyrstu ferð, at ein kvinna stendur á odda fyri eini stjórn.
vís
|
|
Hin 22. juli:
- 2011 - Yvirgangsatsókn í Noregi: Ógvislig bumbuspreinging (myndin) seinnapartin í miðbýnum í Oslo oyðileggur fleiri stjórnarbygningar og kostar 8 fólkum lívið. Tveir tímar seinni tekur maður seg inn á summarleguna hjá Arbeiderpartiets Ungdom á Utøya og skjýtur frá hond. 69 fólk verða dripin. Tíðliga um kvøldið verður 32 ára gamli norðmaðurin Anders Behring Breivik handtikin og skuldsettur fyri at hava framt spreingingina í Oslo og hópdrápini á Utøya.
vís
|
|
Hin 23. juli: Tjóðardagur Egyptaland
- 1952 - Hernaðarkvett í Egyptaland (myndin). Kongurin verður frákoyrdur. Heryvirmenn undir leiðslu av Gamal Abdel Nasser og M. Nagib taka valdið.
vís
|
|
Hin 24. juli:
- 1567 - Maria Stuart (myndin) verður tvungin til at leggja frá sær sum drotning í Skotlandi. Einasti sonurin hjá Mariu gerst kongur í Skotlandi sum Jákup VI. Tíðliga í mai 1568 flýggjar Maria úr Skotlandi til Onglands, har hon verður handtikin.
- 2014 - Víkingur vinnur seinna dystin í øðrum undanumfari í Europa League 2-1 móti Tromsø IL og gerst harvið fyrsta føroyska liðið nakrantíð, ið megnar at leika seg í triðja undanumfar til Europa League kappingina. Málini hjá Víkingi gera Bárður Hansen og Hallur Hansson.
vís
|
|
Hin 25. juli:
vís
|
|
Hin 26. juli:
vís
|
|
Hin 27. juli:
- 1794 - Í París verður hægsti kollveltingarmaður, Maximilien de Robespierre, frásettur og handtikin (myndin). Ræðslustýrið endar.
vís
|
|
Hin 28. juli:
vís
|
|
Hin 29. juli:
vís
|
|
Hin 30. juli:
vís
|
|
Hin 31. juli:
vís
|
|