Árstal |
1897 1898 1899 – 1900 – 1901 1902 1903 |
Áratíggju |
1890-árini – 1900-árini – 1910-árini |
Øldir |
18. øld– 19. øld – 20. øld |
1900 (MCM) var sambært gregorianska kalendaranum ikki eitt leypár, men sum undantak eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi.
27. februar - Fótbóltsliðið F.C. Bayern verður stovnað í München í Týsklandi.
6. mars - Ein kolaminuspreinging í West Virginia í Amerika hevur við sær, at 50 menn lata lív.
14. apríl - Heimssýningin letur upp í París í Fraklandi. Millum annað verður fyri fyrstu ferð víst fram: parisarahjól, dieselmotorar, telefon og rullutrappur.
2. juli - Fyrsta flogferð við luftskipi (Zeppelin). Flogið verður yvir vatnið Bodesee tætt við Friedrichshafen í Týsklandi.
8. september - Melduródnin Galveston. Størsta melduródnsvanlukka í Amerika nakrantíð hevur við sær, at 8 000 fólk lata lív.