Robert James Fischer, betur kendur sum Bobby Fischer (føddur 9. mars 1943 í Chicago, deyður 17. januar 2008 í Reykjavik) var amerikanskur/íslendskur telvari.[1]
Tann 1. september 1972 gjørdist Bobby Fischer heimsmeistari í talvi, tá hann vann á russiska Boris Spassky í serligum talvdysti í Reykjavik. Tað var fyrstu ferð nakrantíð, at ein amerikanari vann HM-heitið.
Bobby Fischer hevur verið heimsmeistari í talvi frá 1972 til 1975.[2]