2013 - FC Inter Turku - Víkingur 0-1. Víkingur spældi heimadystin javnt og eftir at hava vunnið 1-0 á útivølli komu teir sostatt víðari í UEFA Europa League og skuldu møta rumenska Petrolul Ploiești í aðru rundu.
2013 - HB - ÍBV 0-1. HB og ÍBV høvdu spælt javnt 1-1 í Íslandi, og tí skuldi HB antin spæla 0-0 ella vinna heimadystin, fyri at koma víðari til annað innleiðandi umfar í UEFA Europa League, men ÍBV fekk brotspark og skoraði tá bert 2 minuttir vóru eftir av dystinum. HB kom sostatt ikki víðari.