Persónlig kunning | |||
---|---|---|---|
Føðingardagur | 8. juli 1992 | ||
Føðistaður | Føroyar | ||
Pláss | Miðvallaleikari | ||
Kunning um feløg | |||
Núverandi felag | Vejle Boldklub | ||
Nummar | 15 | ||
Ungdómsyrkisleið | |||
VB | |||
2008 | HB | ||
Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur* | |||
Ár | Felag | Dystir† | (Mál)† |
2008-2011 | Aberdeen | 1 | (0) |
2011-2012 | HB | 31 | (6) |
2012-2014 | AaB | 6 | (0) |
2014 | Víkingur | 25 | (6) |
2014–2016 | Vendsyssel FF | 44 | (6) |
2016– | AC Horsens | 149 | (19) |
2021– | Vejle Boldklub | 0 | (0) |
Landslið‡ | |||
2006 | U15 Føroyar | ? | (?) |
2007-09 | U17 Føroyar | 12 | (0) |
2009-2011 | U19 Føroyar | 7 | (1) |
2009- | U21 Føroyar | 10 | (0) |
2012- | Føroyar | 64 | (5) |
* Senior club appearances and goals counted for the domestic league only and correct as of 14. oktober 2021. † Dystir (Mál). |
Hallur Hansson (føddur 8. juli 1992) er føroyskur fótbóltsleikari, miðvallaleikari, sum í spælir við danska Superliga-felagnum Vejle Boldklub og føroyska landsliðnum.
Frá mars 2014 til sesongin endaði í oktober 2014 spældi hann við Víkingi, ið vann finaluna um Løgmanssteypið og gjørdist nummar trý í bestu føroysku fótbóltsdeildini. Frá 2012 til januar 2014 spældi hann við danska superligaliðnum AaB, fyrsta hálva árið var hann lántur frá HB,[1], men hin 29. januar 2013 gjørdi hann 1½ ára sáttmála við AaB, sáttmálin skuldi vara til 30. juni 2014, men var uppsagdur síðst í januar 2014. Hallur hevði leikt 5 dystir fyri superliga liðið hjá AaB, tá sáttmálin varð undirskrivaður.[2]
Hallur búði í Vági í nøkur ár sum barn, og spældi tá við VB og seinni við samanlagda felagnum VB/Sumba. Í 2008 spældi hann við HB og so flutti hann til Aberdeen, har hann spældi fótbólt til 2011, fyrst við ungdómsliðnum hjá Aberdeen FC og síðan spældi hann ein dyst við besta liðnum hjá Aberdeen FC.
Hin 29. januar 2013 gjørdi hann sáttmála á hálvtannað ár við danska Superliga-felagið AaB, eftir at hava spælt fyri felagið í eitt hálvt ár, útlántur frá HB. Hann spældi seks dystir fyri besta liðið hjá AaB. Hin 31. januar 2014 kunngjørdi AaB, at tey ikki longur høvdu sáttmála við Hall Hansson.[3] Í februar 2014 undirskrivaði hann sáttmála við Víking.
Seinni sama árið gjørdi hann sáttmála við danska 1. deild felagið Vendsyssel FF. [4]
Hin 17. juni 2016 gjørdi hann tvey ára sáttmála við danska Superliga felagið AC Horsens. Eftir fimm ár í felagnum blivur partarnir samdir um at enda samstarvið.[5] Í oktober 2021 undirskrivaði hann sáttmála við danska superligafelagið Vejle Boldklub.[6]
Hallur hevur higartil (14. oktober 2021) spælt 64 dystir við føroyska A-landsliðnum og skorað fimm mál. Hann hevur eisini spælt fleiri dystir við føroysku U21, U19, U17 og U15 landsliðunum. Hann spældi sín fyrsta A-landsdyst móti Íslandi, tað var ein vinardystur. Næsta dystin spældi hann móti Týsklandi, tann dystin vunnu týskarar 3-0.[7][8]
Hin 11. oktober 2013 skoraði Hallur sítt fyrsta mál fyri føroyska A-landsliðið. Tað var í heimdystinum móti Kazakstan, sum var HM 2014 kvalifikasjónsdystur, tað var tann nýggjundi landsdystur hansara. Dysturin endaði 1-1 og harvið fekk Føroyar sítt fyrsta stig í kappingini. Málið hjá Hallur var eitt langskot, sum hann skeyt uttanfyri 16-meturin, bólturin fór upp í vinstra horn.[9]
# | Dagur | Vøllur | Mótstøðulið | Málskoring | Úrslit | Kapping | |
---|---|---|---|---|---|---|---|
1. | 11. oktober 2013 | Tórsvøllur, Tórshavn, Føroyar | Kasakstan | 1–0 | 1–1 | HM í fótbólti 2014 | |
2. | 19. november 2013 | Ta' Qali National Stadium, Ta' Qali, Malta | Malta | 1–3 | 2–3 | Vinadystur | [10] |
3. | 1. marts 2014 | Victoria Stadium, Gibraltar | Gibraltar | 3–1 | 4–1 | Vinadystur | [11] |
4. | 13. juni 2015 | Tórsvøllur, Tórshavn, Føroyar | Grikkaland | 1–0 | 2–1 | EM fótbóltur 2016, kvalifisering |