29. september - KÍ kvinnurnar spældu seinasta dystin, sum var móti EB/Streymi og vunnu 7-1. Tær vunnu føroyameistaraheiti enn einaferð, tær vunnu við 54 stigum, tær vunnu 17 dystir, spældu 3 javnar og taptu ongan dyst.
16. oktober - Seinasta umfarð í 1. deild var leikt. 07 Vestur og KÍ vunnu teirra seinastu dystir, 07 Vestur vann deildina við 61 stigum, KÍ flutti upp við 58 stigum.
23. oktober - HB spældi seinasta dystin í Vodafonedeildini og gjørdist føroyameistari. FC Suðuroy leikti móti AB á Argjum og skuldi bara fáa 1 stig fyri at varðveita sessin í bestu deildini, men tapti 1-0, samstundis sum B71 tapti 9-1 og álíkavæl varðveitti sessin í Vodafondeildini. Tað var longu greitt áðrenn seinasta umfarð, at AB flutti niður.
11. august - Pál Joensen vann silvur til EM í Budapest í 1500 m frí við tíðini 14.56.90, sum var hansara besta tíð og nýtt norðurlendskt met. Tað var av ítróttar viðmerkjarum mett at vera størsta altjóða ítróttarbragd av føroyingi til tá.
31. juli - Føroyski rógvarin og ævintýrarin Livar Nysted setti nýtt heimsmet saman við trimum øðrum, tá teir róu um Atlantshavið úr New York til Scilly Oyggjarnar á 43 dagar, 21 tímar og 26 minuttir. Gamla metið, ið var 114 ára gamalt, varð sett av tveimum norðmonnum.