2008 (MMVIII) var eitt skotár, ið byrjaði á einum týsdegi eftir tí gregorianska kalendaranum. Árið er nummar 2008 aftaná kristi føðing, áttunda árið í triðja ártúsund, áttunda árið í 21. øld, og níggjunda árið í 2000-árunum.
George Tupou V verður krýndur nýggjur kongur Tonga.
6. august - Sidi Ould Cheikh Abdallahi, forseti Móritania verður tikin av valdi undir einum hernaðarkuppi.
15. august - Pushpa Kamal Dhal, kendur sum Prachanda, verður valdur fyrsti forsætismálaráðharri Nepal.
17. august - Amerikanski svimjarin Michael Phelps setur nýtt met, tá hann vinnur sína áttundu medalju á somu Olympisku leikum. Fyrra metið átti amerikanski svimjarin Mark Spitz, ið vann sjey medaljue á leikunum í 1972.
18. august - Pervez Musharraf fer frá sum forseti Pakistan.
9. oktober - Fíggjarkreppan 2008: 3 størstu bankarnir í Íslandi: Kaupþing, Landsbankinn og Glitnir verða yvirtiknir av íslenska fíggjarmálaeftirlitinum.