24. august er dagur 236 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 237 um skotár er). 129 dagar eru eftir av árinum. Dagurin kallast eisini Bartalsmessa ella Bartalsøka, og hesin dagur sigst vera fyrsti heystardagur.
1943 - Løgtingsval, tað sonevnda "Bartalsmessuvalið" - Fólkaflokkurin vinnur við 41,5% fyrstu ferð stórsigur, men tó ikki meiriluta á tingi (12 av 25 tingmenn).