| |||
Tjóðarslagorð: | |||
Tjóðsangur: Bože Pravde | |||
Alment mál | Serbiskt | ||
Høvuðsstaður | Beograd | ||
Forseti | Aleksandar Vučić (Александар Вучић) | ||
Forsætisráðharri | Miloš Vučević (Милош Вучевић) | ||
Fullveldi | 1835 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
88,499 km² | ||
Íbúgvar - tilsamans 2022 - tættleiki |
6,647,003 (excluding Kosovo)[1] 75,1/km² | ||
Gjaldoyra | Lev | ||
Tíðarøki | UTC +1 | ||
Økisnavn á alnetinum | .rs | ||
Telefonkota | +381
| ||
Serbia er lýðveldi í Evropa. Í norðri hevur Serbia mark við Ungarn, í eystri við Rumenia og Bulgaria, í suðri við Makedónia, Albania og Kosovo, og í vestri við Montenegro og Bosnia-Hersegovina.
Tá Jugoslavia syndraðist í 1991, løgdu lýðveldini Serbia og Montenegro saman og stovnaðu nýtt samveldisríki, sum at Jugoslavia. Nýggja samveldisríkið hjálpti serbiska fólkinum í Kroatia og Bosnia at kríggjast: tað elvdi til, at mong lond settu revsitiltøk í verk ímóti Jugoslavia og steðgaðu øllum samhandli við nýggja samveldisríkið. Í 2003 skifti samveldisríkið navn frá Jugoslavia til Serbia og Montenegro, og eftir at fólkaatkvøða varð hildin í Montenegro í 2006 og úrslitið var, at Montenegro vildi loysa frá Serbia vórðu londini bæði sundurlisin.
Tað at landið hvørki hevur megnað at samstarva fult við ST-krígsdómsdómstólin ella at virða mannarættindi og pressufrælsi hevur hildið tað uttanfyri tey fyrstu eysturevropeisku londini, sum fingu bjóðað ES-limaskap.
Serbar gera smakkgóðan og fjølbroyttan mat. Raznjici, spritusteikt lambskjøt við piparfrukt, verður ofta etið aftur við einari skál av jogurti. Kjøtbollar við leyki og róma, nevnt cevapcici, og kálrullur fyltar við kjøti, leyki, ertrum og hvítleyki eru væl dámdir rættir.
Høvuðsstaðurin í Serbia, Beograd, er við Donau, sum rennur ígjøgnum fruktagóða akurlendið norðast í landinum.
Lond | Albania · Andorra · Armenia2 · Aserbadsjan1 · Belgia · Bosnia-Hersegovina · Bulgaria · Danmark · Estland · Eysturríki · Finnland · Frakland · Georgia1 · Grikkaland · Hvítarussland · Írland · Ísland · Italia · Kasakstan¹ · Kekkia · Kosovo · Kroatia · Kýpros2 · Lettland · Liktinstein · Litava · Luksemburg · Malta · Moldova · Monako · Montenegro · Niðurlond · Norðurmakedónia · Noreg · Pólland · Portugal · Rumenia · Russland1 · San Marino · Serbia · Slovakia · Slovenia · Spania · Stóra Bretland · Sveis · Svøríki · Turkaland1 · Týskland · Ukraina · Ungarn · Vatikanríkið | |
---|---|---|
Sjálvstýrandi øki | ||