Montpelier er høvuðsstaður í amerikanska stakríkinum Vermont.
Býurin, sum varð grundlagdur í 1787, hevði í 2010 umleið 7.855 íbugvar.
Montpelier, sum er næststørsti býur í Vermont næst eftir Burlington, er eisini minsti høvuðsstaðurin í USA.
Býurin, ið liggur við ánna Winooski, mitt í stakríkinum, er kendur sum ein av vakrastu býunum í Nýonglandi, og fólk í hundraðtúsundatali søkir hagar á hvørjum ári.