Des Moines
Tinghúsið í Des Moines (Iowa State Capitol)

Des Moines (ensk úttala: /dɪˈmɔɪn/) er høvuðsstaðurin og størsti býurin í amerikanska lutstatinum Iowa.

Býurin liggur næstan mitt í lutstatinum og samstundis nærum miðskeiðis millum býirnar Kansas City í Missouri og Minneapolis í Minnesota.

Søga

[rætta | rætta wikitekst]

Des Moines varð grundlagdur í 1843. Býurin er uppkallaður eftir ánni Des Moines River, sum rennur ígjøgnum býin. Í 2018 búðu um leið 214 túsund fólk í býnum.[1]

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
»Des Moines« í Wikimedia Commons.

Coordinates: 41°35′27″N 93°37′15″W / 41.59083°N 93.62083°W / 41.59083; -93.62083

Keldur

[rætta | rætta wikitekst]
  1. City and Town Population Totals: 2010-2019 - Iowa, citypopulation.de
Hendan greinin um USA er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana