Cheyenne er høvuðsstaðurin og størsti býur Wyomings og hevur umleið 59 túsund íbugvar.
Cheyenne gjørdist høvuðsstaður í stakríkinum Wyoming í 1867.
Býurin, sum liggur ytst í landsynningshorninum av Wyoming, er handils- og samferðslumiðdepilin í stakríkinum.
Cheyenne er millum annað nevnd í sanginum "I Can Still Make Cheyenne" hjá George Strait (1996).