Madison er høvuðsstaðurin og næststørsti býurin í amerikanska stakríkinum Wisconsin.
Býurin liggur í syðra partinum av stakríkinum, um leið 120 km vestan fyri Milwaukee, sum er størsti býurin í lutstatinum Wisconsin.
Miðbýurin í Madison er bygdur á einum 1-2 km breiðum eiði millum tey bæði stóru vøtnini, Lake Mendota og Lake Monona.
Madison varð grundlagdur í 1836 og gjørdist høvuðsstaður í lutstatinum sama ár.
Býurin bleiv uppkallaður eftir James Madison, sum var fjórði forsetin í USA.
Hann andaðist í juni mánaði í 1836.
Madison hevði í 2019 um leið 260 túsund íbúgvar.[1]