Augusta er høvuðsstaður í amerikanska stakríkinum Maine. Høvuðsstaðurin er lítil; hann hevði bara umleið 18.680 íbúgvar í 2018.[1]
Býurin liggur í útsynningspartinum av stakríkinum, miðskeiðis millum býirnar Portland, (sum liggur í ein útsynning av Augusta) og Bangor (liggur í ein landnyðing av høvuðsstaðinum).
Augusta er eisini høvuðssætið hjá Kennebec County. Áin Kennebec rennur ígjøgnum býin.