| |||
Tjóðarslagorð: | |||
Tjóðsangur: Zdravljica | |||
Alment mál | Slovenskt, Italskt, Ungarskt | ||
Høvuðsstaður | Ljubljana | ||
Forseti | Nataša Pirc Musar | ||
Forsætisráðharri | Robert Golob | ||
Fullveldi | Frá Jugoslavia 25. juni 1991 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
20 273 km² 0,6 | ||
Íbúgvar - tilsamans 2012 - tættleiki |
2 057 660 99/km² | ||
Gjaldoyra | Evro | ||
Tíðarøki | UTC +1 | ||
Økisnavn á alnetinum | .si | ||
Telefonkota | +386
| ||
Slovenia er lýðveldi í Miðevropa. Í vestri hevur Slovenia mark við Italia, í norðri við Eysturríki, í eystri við Ungarn og í suðri við Kroatia.
Høvuðsgrein: Slovensk landafrøði
Fjallalandið Slovenia er í útnyrðingspartinum á Balkan, millum Alpurnar og Adriahavið.
Vakra landslagið við høgum fjøllum, vøtnum og skógum dregur mong ferðafólk. Alpurnar eru suður í Norðurslovenia. Her eru høg fjøll og djúpir, avbyrgdir dalar. Smáir býir og smáar bygdir við smølum krókutum vegum og timburhúsum eru í dølum og líðum, har ikki er árent fyri skalvi og omanlopi. Av tí at so ringt er at koma fram í hesum kavatakta og bratta lendi, vórðu hesi búpláss mestsum avbyrgd í øldir, men nú á døgum eru tey ímillum best umtóktu ferðamannastøð í Slovenia.
Størsta áin í Slovenia eitur Sava. Hon rennur úr norðara parti í ein landsynning ígjøgnum landið út móti Kroatia og Donaudalinum. Aðrar kendar áir eru Soča (hon rennur tætt við markið til Italia og eitur Isonzo á italskum), Drava og Mura.
Mesta fólkið í Slovenia býr í smáum býum ella í mongu bygdunum, ið eru um alt landið. Um 300.000 fólk búgva í høvuðsstaðnum Ljubljana - hann er næstminsti høvuðsstaður í Evropa.
Slovenskir býir við fleiri enn 20 túsund íbúgvum í 2011.[1][2]
Høvuðsgrein: Slovensk mentan
Hóast slovenar vóru undir eysturríkarum í nærum túsund ár, hava teir varðveitt mentan sína og mál sítt, sum hoyrir til slavisku málini. Litføgur klæði við baldýraðum mynstrum og eitt sjáldsamt høvuðklæði eru partur av mentan teirra.
Høvuðsgrein: Slovensk søga
Eftir at hava staðið undir Eysturríki og síðan verið samveldisríki í Jugoslavia, gjørdist landið frælst í 1991.
Høvuðsgrein: Slovenskur búskapur
Kríggið í gomlu samveldislondunum er farið illa við búskapinum, helst í ferðavinnuni. Stórir skógir eru í Slovenia: haðan fæst viður til saguløð og pappírsverksmiðjur. Seinastu árini hava slovenar fingið nógvar vesturevropeiskar fyritøkur at loyvt slovenum at byggja verksmiðjur, sum gera til dømis bilar, trukkar, mortorsúkklur og køliskáp í verksmiðjum í Slovenia.
Høvuðsgrein: Slovenskur politikkur
Coordinates: 46°09′00″N 15°03′00″E / 46.15000°N 15.05000°E
Lond | Albania · Andorra · Armenia2 · Aserbadsjan1 · Belgia · Bosnia-Hersegovina · Bulgaria · Danmark · Estland · Eysturríki · Finnland · Frakland · Georgia1 · Grikkaland · Hvítarussland · Írland · Ísland · Italia · Kasakstan¹ · Kekkia · Kosovo · Kroatia · Kýpros2 · Lettland · Liktinstein · Litava · Luksemburg · Malta · Moldova · Monako · Montenegro · Niðurlond · Norðurmakedónia · Noreg · Pólland · Portugal · Rumenia · Russland1 · San Marino · Serbia · Slovakia · Slovenia · Spania · Stóra Bretland · Sveis · Svøríki · Turkaland1 · Týskland · Ukraina · Ungarn · Vatikanríkið | |
---|---|---|
Sjálvstýrandi øki | ||