1927 - 7 føroyskir fiskimenn lótu lív í bátsvannlukku í Íslandi, tá teir fóru við einum báti av sluppini Riddaranum og báturin koppaði. Fleiri av teimum sum doyðu vóru sumbingar. Aðrir sumbingar vóru niðri og dansaðu stutt eftir hendingina, tey savnaðu pening inn til einkjurnar, 600 kr. til hvørja sum svaraði til meir enn eina ársløn.
2014 - Ein arbeiðsvanlukka umborð á einum grønlendskum trolara (fyrrverandi Skálaberg), sum hendi meðan skipið lá við bryggju í Havn, kravdi eitt mannalív. Vanlukkan hendi undir lossing, ein plattur, sum varð heysaður upp úr lastini, brotnaði og kassar við frystum makreli duttu niður á 22 ára gamla Gunnar Zachariasen, sum doyði á staðnum. Vanlukkan hendi umleið klokkan eitt. Gunnar var kendur sum ein góður fótbóltsleikari, hann hevði m.a. Spælt við EB/Streymi í tvey ár og við føroysku U-19 og U-21 landsliðunum, hann spældi 21 dystir við U-21 og skoraði 4 mál. Hann hevði eisini spælt við ungdómsliðum hjá Brøndby.