2014 - U21 landsliðsdystur hjá monnum: Føroyar - Montenegro 1-0, málið skoraði Ári Mohr Jónsson í 31. minutti. Føroyar endaðu aftast í bólkinum við 4 stigum.
2014 - Beinagrindin sum varð funnin 150 metrar úr landi á 22 metra dýpi útfyri Ljósá av einum frítíðarkavara hin 31. august 2014, varð eyðmerkt til at vera líkið av Dánjal Petur Hansen (Piddi), ið varð myrdur í november 2011. Ein kroati varð tá handtikin og seinni dømdur sekur, sjálvt um onki lík tá varð funnið. Nógv teknisk spor vóru í málinum.