13. oktober er dagur 286 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 287 um skotár er). 79 dagar eru eftir av árinum.
- 54 - Claudius I, keisari í Rómverjaríkinum, verður eitraður av konu síni Agrippinu og doyr.
- 1943 - Nýggja stjórnin í Italia fer í part við teimum sameindu og sendur Týsklandi krígsavbjóðing.
- 1944 - Riga, høvuðsstaður í Lettlandi, verður fríaður av reyða herinum.
- 1977 - Fýra palestinar ræna eitt Lufthansa flogfar á veg til Somalia og krevur, at 11 límir í Rote Armee Fraction verða leyslatnir.
- 1840 - Daniel Niclasen, róptur Ríki Dánjal, í Sørvági (d. 1900), keypmaður, løgtingsmaður.
- 1908 - Steinn Steinarr, islendskt skald (d. 1958)
- 1910 - William Martin Smith í Vági, málari, løgtingsmaður (d. 1978).
- 1925 - Margaret Thatcher, bretskur forsætismálaráðharri (d. 2013).
- 1931 - Raymond Kopa, franskur fotbóltsleikari.
- 1934 - Nana Mouskouri, grikskur sangari
- 1941 - Paul Simon, amerikanskur sangari, sangskrivari og gittarleikari
- 1956 - Chris Carter, skaparin av The X-Files
- 1971 - Sacha Baron Cohen, enskur sjónleikari.
- 1980 - Ashanti, amerikanskur sangari