Ein kalendari er ein skipan, ið skipar dagar av sosialum, átrúnaðarligum, vinnuligum, ella fyrisitingarligum grundum. Hetta er gjørt við at nevna tíðarskeið, serliga dagar, vikur, mánaðir og ár. Ein dagsetning er eitt heiti, ið fevnir um ein einkultan, serligan dag í slíkari skipan. Ein kalendari er eisini ein evnislig (materiell) skrá, ofta úr pappíri, úr einari slíkari skipan. Ein kalendari kann eisini meinast við ein lista av avtalaðum tiltøkum, sum ein rættarkalendari, ella ítrótttarkalendari.

Tíðarskeið í kalendarum, sum ár og mánaðir, eru vanliga, men ikki endiliga, samstillað við sólini og mánanum. Tann mest vanligi kalendarin áðrenn tann nútíðarliga kalendarin var ein lunisolar kalendari. Tað var ein kalendari, ið fylgdi mánanum, sum av og til tekur ein innskotsmánaða, til at fylgja sólarárinum yvir eitt longri tíðarskeið.

Heitið kalendari stavar frá orðinum calandae, ið er heitið fyri fyrsta dagin í mánaðinum í romenska kalendaranum. Orðið er knýtt at orðinum calare, ið týðir at rópa út, og stavar frá at rópinum um nýggja mánan tá hann fyrst var sæddur. Latínska calendarium týddi bókhaldarabók ella skrá, harsum skuldir vóru innsavnaðar hvønn mánað.

Víðari lesnaður

[rætta | rætta wikitekst]

Keldur

[rætta | rætta wikitekst]

Ávísing

[rætta | rætta wikitekst]

Keldur

[rætta | rætta wikitekst]