Christian Matras.

Christian Matras (f. 7. desember 1900 í Viðareiði - d. 16. oktober 1988 í Tórshavn) var føroyskur yrkjari og málfrøðingur.[1]

Lívsleið

[rætta | rætta wikitekst]

Føddur og uppvaksin á Viðareiði, fór hann ungur til Havnar at ganga í realskúla og haðani til Danmarkar í studentaskúla. Í 1928 gjørdist hann magistari í norrønari málfrøði. Seinni gjørdist hann doktari og professari. Hann flutti aftur til Føroya í 1965 og var leiðari á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Matras var virkin á mongum økjum. Umframt at vera nýskapandi yrkjari og framúr góður týðari, var hann málfrøðingurin, ið legði dygga grund undir føroyskt orðabókaarbeiði. Kristjan á Brekkumørk legði mangar týdningarmiklar vísindaligar útgávur til rættis.[2]

Útbúgvar og størv

[rætta | rætta wikitekst]

Heiðurslønir

[rætta | rætta wikitekst]

Útgivið

[rætta | rætta wikitekst]

Á netinum

[rætta | rætta wikitekst]

Keldutilfar

[rætta | rætta wikitekst]
  1. Christian Matras - Bókadeild Føroya Lærarafelags, bfl.fo
  2. Christian Matras (1900-1988), snar.fo