1939 - Níggju kekkiskir studentar verða avrættaðir, aftaná eitt anti-Nazi mótmæli, ið endar við deyða Jan Opletal. Allir kekkiskir háskúlar verða lukkaðir niður, og meir einn 1.200 studentar verða sendir í týningarlegur. Síðani hendan tilburð, verður Altjóða Studentadagur hildin í fleiri londum, harav serliga í Kekkia.
1950 - Lhamo Dondrub fær navnið tann 14. Dalai Lama.
1957 - Eitt Vickers Viscount G-AOHP flogfar hjá British European Airways brotlendir í Ballerup, eftir at tríggjir motorar ganga fyri. Flogfarið var á veg til flogvøllin í Kastrup. Orsokin vísir seg at vera feilur í anti-ís systeminum í flogfarinum. Ongin kemur til skaða.
1969 – Kalda kríggið: Samráðingarfólk frá Sovjetsamveldinum og USA møtast í Helsinki í Finnlandi. Hetta er fyri at byrja SALT I samráðingarnar, ið snúgva seg um at minka nýstlu av strategiskum vápnum frá báðum síðum.
1970 - Rúmdarrobotturin Lunokhod 1, frá Sovjetsamveldinum, lendir á Mare Imbrium (Rusinhavið) á Mánanum. Hetta er fyrsti fjarstýrdi reiki-rúmdarrobottur, ið lendir á aðrari jørð. Lunokhod I verður sendur frá Luna 17 rúmdarfarinum.
1978 - The Star Wars Holiday Special verður víst á amerikansku sjónvarpsstøðini CBS. Sendingin fær sera negativar móttøkur frá ummælarum, fjepparum og Star Wars skaparanum sjálvum, George Lucas.
1989 - Kalda kríggið: Eitt studentamótmæli í Prag verður steðgað av ólætisløgregluni. Hetta hevur við sær uppreistur, við máli um at koppa kommunistiska stýrininum. (Tað hendir 29. desember sama ár.)
1997 - 62 fólk lata lív í Luxor í Egyptalandi, tá 6 islamiskir harðrend fólk (militantar) leypa á uttanfyri Hatshepsut templið. Hetta verður kent sum Fjøldamorðið í Luxor.