2012 - Jacob Vestergaard settur í starv sum landsstýrismaður í fiskimálum, eftir at Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, segði Jákup Mikkelsen úr starvi vegna ógegnis trupulleikar í fleiri málum, orsakað av at hann var svágur við ein av størstu reiðarum í Føroyum, Hanus Hansen. Jacob Vestergaard var næstvaldur á lista A við 1.047 persónligum atkvøðum á løgtingsvalinum 29. oktober 2011, fimt flestar atkvøður yvirhøvur til tað valið.