Yukon er eitt kanadiskt meginøki, sum liggur í útnyrðingsparti av Kanada
Víddin av meginøkinum er 482.443 ferkilometrar. (474.391 ferkilometrar landøki og 8.052 ferkilometrar vøtn).[1] Í 2016 búðu her 35.874 fólk.[2] Yukon hevur mark í suðri við British Columbia, í vestri við Alaska (USA) og eystri við Northwest Territories. Í hesum umráðnum finnast størstu ísfjøllini uttanfyri pólarnar.
Høvuðsstaðurin var einaferð Dawson City. Síðan 1953 er tað Whitehorse, sum samstundis er størsta búsetingin og einasti býur í Yukon.
Almenna málið er enskt, men nøkur mál hjá upprunafólkunum eru viðurkend í ávísum viðurskiftum. Og so eisini franskt, sum er annað av teimum báðum almennu málum í Kanada.[3][4][5]
Coordinates: 63°38′0″N 135°46′0″W / 63.63333°N 135.76667°W