Henda greinin er ikki tann einasta við heitinum Victoria.
Hygg at Victoria (fleiri týdningar) fyri at finna aðrar greinir við hesum heitinum.
Victoria, British Columbia
Kort
Grunddáta
Land: Kanada
Landslutur: British Columbia
Vídd: 19,5 km²
Íbúgvar (2016): 85.800
fyri km²:
Heimasíða: www.victoria.ca

Victoria er ein býur nærindis Kyrrahavsstrondini í vestara parti av Kanada. Býurin er høvuðsstaður í landslutinum British Columbia.

Victoria liggur uml. 100 km sunnan fyri Vancouver, heilt úti á landsynningsendanum á oynni Vancouver Island, beint við markið til stakríkið Washington í USA. Amerikanski stórbýur Seattle er uml. 100 km í ein landsynning úr Victoria. Tað 154 km langa og 20 til 40 km breiða sundið sunnan fyri oynna eitur Strait of Juan de Fuca. Sundið á markinum millum Kanada og USA er ein partur av Salish Sea.

Í 2016 búðu í Victoria umleið 85.800 fólk.[1] Býurin varð grundlagdur undir heitinum Fort Victoria í 1843.

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
»Victoria (British Columbia)« í Wikimedia Commons.

Coordinates: 48°25′19.75″N 123°21′56.52″W / 48.4221528°N 123.3657000°W / 48.4221528; -123.3657000

Keldur

[rætta | rætta wikitekst]
  1. Population and Dwelling Count Highlight Tables, 2016 Census - British Columbia - Victoria, statcan.gc.ca
Wiki bókstavur w Hendan greinin er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hann.