Valborg Heinesen (fødd 12. november 1986)[1] úr Havn er ein føroyskur langteinarennari og lækni. Hon hevur vunnið gull á Oyggjaleikunum í 10.000 metra renning og í hálvmaraton og hevur sett føroysk met. Valborg hevur lisið til lækna í Póllandi frá 2007-2013 og flutti síðan til Danmarkar í oktober 2013, har hon starvast sum lækni á Hvidovre Hospital. Hon hevur fyrr starvast á Bispebjerg Hospital og sum kommunulækni.[2] Venjari hennara er pólski Jacek Kostrzeba.[3]

Lívsleið innan frælsan ítrótt

[rætta | rætta wikitekst]

HC Andersen maraton og DM í maraton 2014 í Odense

[rætta | rætta wikitekst]

Valborg luttók á DM í maraton, sum var hildið hin 28. september 2014 í Odense á H.C. Andersen martaton. Valborg gjørdist nummar 3 og vann harvið bronsu, hon kom á mál við tíðini 2.49.37, sum var nýtt føroyskt met. Gamla metið átti Joan Bláfoss. Gott 4000 rennarar luttóku til kappingina. Valborg rann fyri felagið Sparta.[4]

DM 2014

[rætta | rætta wikitekst]

HM í hálvmaraton 2014 í Keypmannahavn

[rætta | rætta wikitekst]

Danska vetrarkappingin í landavegsrenning 2014

[rætta | rætta wikitekst]

Oyggjaleikir 2013

[rætta | rætta wikitekst]

Hálvmaraton í Prag 2013

[rætta | rætta wikitekst]

Keldur

[rætta | rætta wikitekst]
  1. "statletik.dk, Valborg Heinesen -1986 - Sparta AM". http://statletik.dk/profil.php?id=7159&sex=k. Heintað 2014-03-29. 
  2. linkedin.com - Valborg Heinesen
  3. foroyar.dk - Valborg Heinesen[deyð leinkja]
  4. fif.fo - DM bronsu og føroyskt met til Valborg
  5. fif.fo - Valborg Heinesen DM-silvur og føroyskt met
  6. athletics.fo, Valborg føroyskt met á 15 km[deyð leinkja]
  7. natwestislandgames2013results.com
  8. athletics.fo, Valborg Heinesen føroyskt met á ½ maratonteininum[deyð leinkja]