Trygvi Danielsen (føddur 1991 í Havn) er ein føroyskur rithøvundur, tónleikari og leikstjóri. Hann er limur í tónleikabólkinum The Absent Silver King, sum vann tónleikakappingina Sement í 2013.[1] Í 2013 gav hann út eitt savn við yrkingum og stuttsøgum umframt eina LP-plátu, sum hevði heitið The Absent Silver King. Hann hevur eisini útgivið yrkingar og stuttsøgur í tíðarritunum Vencili og Varðanum. Hann hevur eisini leikstjórna filmum. Í 2018 vann hann Geytan 2017 fyri stuttfilmin 111 góðir dagar.
2013 - Virðisløn til ungt listafólk, latin av Bjørn Kalsø, mentamálaráðharra, við handini av Mentanarvirðislønum landsins á hátíðarhaldi í Stóra Pakkhúsi í Vági hin 15. januar 2014.[2]
2013 - Vann Sement (tónleikakapping) við bólkinum The Absent Silver King