Steven George Gerrard (føddur 30. mai 1980 í Whiston, Merseyside, Onglandi) er enskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari.
Síðan november 2021 er hann høvuðsvenjari hjá enska Premier League liðinum Aston Villa F.C..[1]
Sum fótbóltsleikari hevur hann verið dugnaligur sentralur miðvallarleikari á fyrsta liðnum hjá Liverpool í 17 fótbóltssesongir (1998–2015), harav 12 sesongir (2003–2015) sum liðskipari.[2]