Peloponnes (Grikskt mál: Πελοπόννησος / Peloponnisos) er ein hálvoyggj í Grikkalandi, sum er syðri helmingur av fastlandinum. Hálvoyggin er 21.549 km² til støddar, har búgva umleið 1.000.000 fólk. Peloponnes er bundin saman við norðara part av meginlandinum í Grikkalandi við einum 6,3 km breiðum tanga. Í 1893 bleiv ein kanal gjørd gjøgnum henda Korinttangan, veitin verður nevnd Kortinth Veitin (Korinth Kanalin). Hálvoyggin eitur eftir einari hetju, Pelops, sum er nevndu í einari søgn. Rómverjar nevndu hálvoynna Akhaia, tað navnið livir víðari við tað at tann norðast landsluturin eitur Akhaia. Í Miðøld varð hálvoyggin nevnd Morea, hildið verður at navnið sipar til at hálvoyggin á kortinum líkist einum morberjablaði.
Peloponnes hevur nógv týdningarmikil fornaldar støð, sum kunnu dagfestast heilt aftur til Bronsuøldina og fram til Miðøld. Nøkur av teimum týdningarmestu eru:
Bassae (fornur býur og templið hjá Epikourios Apollo)
Korinth (fornur býur)
Epidavrus (fornur miðdepil fyri trúgv og lekidóm)
Messene (fornur býur)
Mistra (Byzantinskur býur við býarmúri frá miðøld tætt við Sparta)
Monemvasia (miðaldar borg og býur)
Mykene (fortress-town of the eponymous civilization)