Niels Ryberg Finsen
Føddur 15. desember 1860
Tórshavn, Føroyar
Doyði 24. september 1904
Keypmannahavn, Danmark
Útbúgving Lækni

Niels Ryberg Finsen (føddur 15. desember 1860 í Tórshavn, deyður 24. september 1904 í Keypmannahavn) var føroysk-danskur lækni. Finsen er einasti føroyingur, ið hevur fingið Nobelvirðislønina (læknafrøði, 1903). Læknaprógv frá 1890.

Hann var sonur Hannes Finsen, sum var amtmaður í Føroyum 18711884. Hannes var av íslendskari ætt, við røtum í íslandi heilt aftur til 10.øld. Móður Niels Finsen, Johanne Fröman var eisini frá Íslandi. Niels Finnsen gekk tann fyrsta partin av síni skúlagongd í Føroyum, t.e fólkaskúlan. Hareftir fór hann til Herlufsholm í Danmark, at ganga í skúla. Eftir eitt stutt tíðarskeið í Danmark flutti hann til Reykjavík, Ísland í 1876, her kláraði hann seg væl, sjálvt um hann ikki hevði málsligan førleika, at tosa íslendskt.

Í 1882 fór Niels Finsen til Keypmannahavnar at lesa læknafrøði, og tók sína endaligu próvtøku í 1890. Sama árið bleiv hann professari í kropsbygnaðarfrøði á fróðskaparsetrinum í Keypmannahavn, hetta var ein sessur, sum hann segði frá sær í 1893, fyri at leggja meiri orku í sítt vísindaliga arbeiði.

Bókmentir

[rætta | rætta wikitekst]

Útvortis ávísing

[rætta | rætta wikitekst]
Commons Commons: Niels Ryberg Finsen – bilder, video eller lyd


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
»Niels Ryberg Finsen« í Wikimedia Commons.