Maria Guttesen er føroysk songkvinna búsitandi í Danmark. Hon hevur verið við í sendingini Room Service hjá Mik Schack. Maria byrjaði tónleika leiðina sum 11 ára gomul, tá hon sang við á fløguni "Hjørdis og genturnar" í 1977.[1] Maria flutti niður til Århus at búgva sum 20 ára gomul. Hon las tónleik á Det Jyske Musikkonservatorium í Århus í tíðarskeiðnum 1996-2001.