Leicester er ein býur í Onglandi, eystan fyri Birmingham og sunnan fyri Nottingham. Áin Soar rennur ígjøgnum býin. Í Leicester búðu í 2021 fleiri enn 368 túsund fólk.[1] Býurin liggur í greivadøminum Leicestershire, sum er partur av East Midlands økinum. Høvuðssætið hjá greivadøminum er í Leicester.
Elsta kirkjan í býnum er Niklasarkirkjan frá 9. øld.
Coordinates: 52°38′5″N 1°7′48″W / 52.63472°N 1.13000°W