Kristianna Winther Poulsen (fødd í 1969) er ein føroyskur politikari (Sjálvstýrisflokkurin frá 2011 - 7. mars 2015, Javnaðarflokkurin síðan 9. mars 2015).[1]
Hon er útbúgvin cand.mag. frá Roskilde Universitetscenter, Danmark í 1999 og Master of Science í leiðslu og fyrisiting (Management and administration) frá Robert Gordon University í Skotlandi í 2006.[2] Hon hevur lisið í Danmark, Fraklandi og Onglandi, og hevur síðan búð í heimbýnum Tórshavn.[2] Í 1992-93 tók hon harumframt grundskeið í arabiskum á Keypmannahavnar Universiteti.[3] Síðan 2005 hevur hon starvast freelance, fulltrúi í Almanna og heilsumálaráðnum, fulltrúi í Granskingarráðnum, deildarleiðari og verkætlanarleiðari hjá ALS[4] og undirvísari á Studentaskúlanum og HF-skeiði í Hoydølum í fronskum.[5] Hon var forkvinna í Javnstøðunevndini 2008–2012.[4][6]
Kristianna fekk flestar persónligar atkvøður í Havn á Sjálvstýrislistanum í á løgtingsvalinum í 2011.[7] Hon gjørdist 2. varafólk til Føroya Løgting, og møtti fast fyri Kára P. Højgaard, sum var landsstýrismaður, eftir at Jógvan Skorheim gjørdist borgarstjóri í Klaksvík hin 1. januar 2013.[8][9] Kristianna var limur í Løgtingsins vinnunevnd, meðan hon sat í løgtinginum. Jógvan Skorheim tók sæti aftur eitt skifti, og í september 2013 varð Kári P. Højgaard koyrdur sum innlendismálaráðharri og tók sæti aftur í løgtinginum.
Fólkaflokkurin | ||
---|---|---|
Sambandsflokkurin | ||
Javnaðarflokkurin | R. Dam (Skaale, K.W. Poulsen) · Hammer · A.V. Johannesen (á Neystabø) · K. Michelsen · Mortensen · Old (Nolsøe Joensen) · E. Samuelsen (Jó. Johannesen) | |
Nýtt Sjálvstýri | ||
Tjóðveldi | Arge (I. Olsen) · á Fríðriksmørk · Háfoss (P.T.Petersen) · Hoydal (B. Samuelsen) · Kallsberg · á Reynatúgvu · Stenberg (Klettskarð) | |
Framsókn | ||
Miðflokkurin | ||
Leysgangarar | ||
1 Annika Olsen fór úr Fólkaflókkinum og bleiv limur í Framsókn hin 17. sept. 2015. Hin 20. sept. 2015 fór hon úr Framsókn og bleiv leysgangari, fór í farloyvi til 30. okt. 2015, Joen Magnus Rasmussen avloysti. Gjørdist aftur limur av Fólkaflokkinum frá 4. feb. 2016. Sonja Jógvansdóttir fór úr Javnaðarflokkinum hin 15. sept. 2015 og bleiv leysgangari. Jógvan Skorheim fekk ikki loyvi frá Klaksvíkar býráð, har hann er borgarstóri, at taka sæti á tingi, tí søkti hann um farloyvi úr Løgtinginum. Magni Arge er eisini fólkatingslimur og søkti tí um farloyvi úr Løgtinginum frá 21. sept. 2015. Sjúrður Skaale var næstur á listanum at avloysa Rigmor Dam, ið gjørdist mentamálaráðharri, men hann søkti um farloyvi frá 17. sept. 2015, tí hann er fólkatingslimur. |