Gerhard Lognberg
er eitt menniskja
Fødd(ur) 1. nov 1950 í/á Skopun
Starv politikari, plumber, Norwegian public servant
Politiskur flokkur Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin
Dátuheiti
Commons Gerhard Lognberg

Gerhard Lognberg (føddur 1. november 1950 í Skopun) er ein føroyskur politikari. Hann er borgarstjóri í Skopunar kommunu, hevur verið kommunstýrislimur har síðan 1984, varaborgarstjóri frá 1984-92 og borgarstjóri síðan 1992. Hann varð valdur inn á Føroya Løgting umboðandi Javnaðarflokkin fyri fyrstu ferð á løgtingsvalinum 2002. Hann varð afturvaldur á løgtingsvalunum í 2004, 2008 og 2011.

Gerhard er útbúgvin rørsmiður. Hann arbeiddi sum sjómaður árini 1964–1967, síðan sum handverkari í ávísum tíðarskeiðum til 1998. Hann hevur verið leiðari av sjúkrabilatænastuni á Sandoynni síðan 1993.

Koyrdur úr Javnaðarflokkinum

Hin 2. november 2013 varð limaskapurin hjá Gerhardi í Javnaðarflokkinum tikin frá honum. Hetta hendi á floksleiðslufundi, har eittans mál var á skránni, limaskapurin hjá Gerhardi Lognberg. Áðrenn fundin var áheitan komin frá 7 av 9 limafeløgum Javnaðarfloksins um at taka limaskapin í Javnaðarflokkinum frá Gerhardi. Á fundinum vóru tað 27 ið atkvøddu fyri, 3 atkvøddu ímóti og ein atkvøða var blonk.[1] Gerhard Lognberg er sostatt ikki limur í Javnaðarflokkinum longur, men gerst leysgangari í Løgtinginum, um hann ikki gerst limur í onkrum øðrum flokki.

Limur í Sambandsflokkinum

Eftir at hava verið uttanflokkatingmaður í gott tríggjar mánaðar, gjørdist Gerhard limur í Sambandsflokkinum og partur av tingmanningini hjá flokkinum.[2] Harvið vaks Sambandsflokkurin frá 8 til 9 tingmenn og gjørdist eins stórur hvat viðvíkur tingmannatali, sum Fólkaflokkurin, ið eisini telur 9 tingfólk. Hetta hendi fáir dagar eftir, at ein breið semja fekst í lag millum allir flokkar á Tingi og Gerhard, sum tá var uttanflokka, um at landið skuldi gera bæði Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin, soleiðis at byrjast skuldi í 2018 við Skálafjarðartunnilin og tá tað hann er boraður í gjøgnum, skal Sandoyartunnilin gerast, og eftir ætlan skal tað vera koyrandi undir Skopunarfjørð í 2021. Ein av orsøkunum til at Gerhard var koyrdur úr Javnaðarflokkinum var júst ósemja um Sandoyartunnilin, umframt ósemju um onnur mál eisini.

Løgtingsnevndir

Keldur

  1. "In.fo, Gerhard er nú koyrdur úr Javnaðarflokkinum". http://www.in.fo/news-detail/news/gerhard-er-nu-koyrdur-ur-javnadarflokkinum/. Heintað 2013-11-02. 
  2. Kvf.fo, Gerhard Lognberg er tingmaður fyri Sambandsflokkin