Firense ella Florens (italskt: Firenze; danskt og norskt: Firenze, svenskt: Florens, enskt: Florence, týskt: Florenz og
latínskt: Florentia) er ein býur í Italia. Hann er høvuðsbýur í stórbýarøkinum Firense (tað er fyrrverandi landsluturin Firense) og høvuðsstaður í regiónini Toskana.
Firense er sunnan fyri Alpurnar á einum slætta við fótin av fjallarøðini Apenninunum í Norðuritalia.
Býurin hevði í 2018 umleið 380 túsund íbúgvar.
Býurin varð grundlagdur í antikkini.
Gamli býurin er ein av heimsins vakrastu býum.
Í honum eru, sum í øðrum italskum býum, nógvir gamlir og vakrir bygningar.
Frá 1865 til 1870 var Firense høvuðsstaðurin í kongsríkinum Italia.