Erna Solberg (fødd 24. februar 1961 í Bergen) er norskur politikari og forkvinna í Høgraflokkinum.[1] Hon var forsætisráðharri í Noregi 2013–2021. Solberg hevur verið floksleiðari í Høgra síðan 2004, og hevur verið vald inn á Stórtingið fyri Hordaland síðan 1989.[2] Í 2005 gjørdist hon eisini tingsleiðari fyri Høgra í Stórtinginum. Erna var forkvinna í Høyrekvinners Landsforbund 1993–1994, kvinnupolitiskur leiðari í Høgra 1994–1998, kommunu- og fylkismálaráðharri 2001–2005 og 1. varaformaður í Høgra 2002–2004. Á stórtingsvalinum í september 2013 vann flokkur hennara valið við 26,8% av atkvøðunum. Borgarligi vongurin vann eisini valið við 96 tingsessum.[3] Hin 16. oktober 2013 gjørdist hon forsætisráðharri Noregs, tá hon skipaði stjórn, sum er ein minnilutasamgonga millum Høgra og Framburðsflokkurin.
Johan Nygaardsvold (1945) | Einar Gerhardsen (1945–51) | Oscar Torp (1951–55) | Einar Gerhardsen (1955–63) | John Lyng (1963) | Einar Gerhardsen (1963–65) | Per Borten (1965–71) |
Trygve Bratteli (1971–72) | Lars Korvald (1972–73) | Trygve Bratteli (1973–76) | Odvar Nordli (1976–81) | Gro Harlem Brundtland (1981) | Kåre Willoch (1981–86) | Gro Harlem Brundtland (1986–89) |
Jan P. Syse (1989–90) | Gro Harlem Brundtland (1990–96) | Thorbjørn Jagland (1996–97) | Kjell Magne Bondevik (1997–2000) | Jens Stoltenberg (2000–01) | Kjell Magne Bondevik (2001–05) |
Jens Stoltenberg (2005–13) | Erna Solberg (2013–21) | Jonas Gahr Støre (2021–)