Carlo Ancelotti (føddur 10. juni 1959) er italskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari.
Hann hevur verið venjari hjá enska Premier League liðinum Everton F.C. frá desember 2019 til mai 2021[1]. Tann 1. juni 2021 gjørdist hann høvuðsvenjari hjá spanska liðinum Real Madrid[2][3], hann tók við eftir Zinedine Zidane.[4]