Brighton er ein strandarbýur í greivadøminum East Sussex í Landsynningsonglandi. Býurin liggur ein tíma (uml. 80 km) sunnan fyri London.
Brighton og grannabýurin Hove eru samanvaksnir og teir mynda í dag unitary district Brighton & Hove. Í 2001 fekk býurin status sum "city" av bretsku drotningini Elizabeth II. Í 2021 búðu fleiri enn 277 túsund fólk í Brighton & Hove.[1]
Býurin er best kendur sum baðibýur.
Upprunaliga var Brighton ein fiskibygd, sum varð kallað Brighthelmstone.
Coordinates: 50°49′15″N 0°8′23″W / 50.82083°N 0.13972°W