6. mai er dagur 126 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 127 um skotár). Tað eru 239 dagar eftur av árinum.
- 1840 - Fyrsta frímerkið í heiminum verður givin út í Bretlandi.
- 1922 - Fyrsti bilurin kemur til Føroya. Tað er Júst Sivertsen í Havn, ið eigur bilin.
- 1937 - Týska luftskipið LZ 129 Hindenburg hvørvur í einum eldhavi, tá ið tað skal seta seg í Lakehurst, New Jersey.
- 1973 - Henning Joensen læt upp málingahandilin Vágs Litbúð í Vági.
- 1859 - Alexander von Humboldt, týskur náttúrufrøðingur og vísindaligur rannsóknarfari (f. 1769)
- 1862 - Henry David Thoreau, amerikanskur rithøvundur, yrkjari og heimspekingur (f. 1817)
- 1877 - Johan Ludvig Runeberg, finskur rithøvundur (f. 1804)
- 1910 - Edvard VII, bretskur kongur (f. 1841)
- 1951 - Hans Andrias Djurhuus, føroyskur yrkjari og annar av Áarstovubrøðrunum (f. 1883).
- 1952 - Maria Montessori, italskur lækni og námsfrøðingur (f. 1870)
- 1992 - Marlene Dietrich, týsk sjónleikarinna og songkvinna (f. 1901)
- 2002 - Pim Fortuyn, niðurlendskur politikari (f. 1948)
- 2013 - Giulio Andreotti, italskur politikari (f. 1919)