Havnarsluppin “Fox” er fyrsta sluppin, ið fer at royna á Íslandsmiðum. Eftir hetta økist fiskiflotin ógviliga skjótt, og 40 ár seinni eru 140 fiskiskip í landinum.
Kommunuskipan verður sett í verk í Føroyum. Talið á kommunum er 8, t.e. Tórshavn og tey sjey aldagomlu prestagjøldini. Álagt verður kommunum at tryggja øllum børnum neyðuga undirvísing. Nógvir skúlar verða bygdir stutt eftir.