Springfield, Massachusetts | |
---|---|
Flagg | Skjøldur |
Kort | Kort |
Grunddáta | |
Land: | USA |
Stakríki: | Massachusetts |
Grundlagdur: | 1636 |
Vídd: | 85.7 km² |
Íbúgvar (2018): | 155.032 |
Heimasíða: | www.springfieldcityhall.com |
Springfield er ein býur í amerikanska stakríkinum Massachusetts.
Býurin liggur í sunnara partinum av Massachusetts, tætt við markið til stakríki Connecticut. Áin Connecticut rennur fram við býnum.
Í 2018 búðu uml. 155 túsund fólk í Springfield.[1] Harvið er hann triðstørsti býur í Massachusetts, næst eftir Boston og Worcester. Høvuðssætið hjá Hampden County er í Springfield.
Býurin liggur einans 39 km norðan fyri høvuðsstaðin í Connecticut, sum eitur Hartford og økið millum Hartford og Springfield er eisini kent sum "Knowledge Corridor", tí ikki minni enn 32 lærdir háskúlar við tilsamans 160 000 lesandi eru staðsettir her í økinum.
Kurvabóltur varð uppfunnin í býnum seint í 19. øld.
Kurvabóltur er bóltleikur millum tvey lið á fimm leikarum har sum málini eru upphongdar netkurvar. Hesar kurvar eru í eini hædd sum svarar til umleið tríggjar metrar. Fyrsti dysturin ímillum skipað lið var í Springfield í 1891.
Ítróttarsavnið Basketball Hall of Fame er staðsett har í býnum.
Coordinates: 42°6′45″N 72°32′51″W / 42.11250°N 72.54750°W