Plymouth í Devon í Onglandi | |
---|---|
Flagg | Skjøldur |
Kort | |
Grunddáta | |
Land: | Stóra Bretland |
Landspartur: | Ongland |
Greivadømi: | Devon |
Grundlagdur: | í miðøld |
Vídd: | 79.83 km² |
Íbúgvar (2018): | 263.100 |
Heimasíða: | www.plymouth.gov.uk |
Plymouth er ein býur í útsynningspartinum av Onglandi.
Býurin liggur á suðurstrondini í greivadøminum (county) Devon, uml. 60 km í ein útsynning av Exeter. Áirnar Tamar og Plym renna fram við býnum.
Í 2016 búðu á leið 267 túsund fólk í býnum.
Elsta skrivaða heimild har navnið Plym Mouth verður umrødd, er frá 1211.[1]
Francis Drake, sum sigldi kring jørðina árini 1577 til 1580, gjørdist borgarstjóri í Plymouth í 1581.
Í september í 1620 fóru um 100 pílagrímar úr Plymouth við enska skipinum Mayflower. Teir ætlaðu at sigla til Virginia, men eftir harðbalna ferð komu teir til Massachusetts. Áðrenn teir stigu fótin á land, gjørdu teir Mayflowersáttmálan, sum segði, hvussu teir skuldu stýra niðursetubygd síni, ið teir nevndu Plimouth (nú Plymouth í Massachusetts). Helvtin av niðursetufólkunum livdu ikki fyrsta veturin av í Massachusetts, og niðursetubygdin hevði helst doyð út, høvdu upprunafólk frá Wampanoag-sameiningini, sum búðu tætt við, ikki hjálpt teimum.
Coordinates: 50°22′17″N 04°08′32″W / 50.37139°N 4.14222°W