Frankfurt am Main | |
---|---|
Skjøldur | Kort |
Grunddáta | |
Vídd: | 248,31km² |
Íbúgvar (2018-12-31): | 753.056 |
fyri km²: | |
Borgarstjóri: | Mike Josef |
Postnummur: | D 60001 - 60599 |
Heimasíða: | frankfurt.de |
Kort av býnum | |
Frankfurt am Main er stórbýur i Týsklandi. Býurin er fimtstørsti býur í landinum og størsti býur í Hessen.
Flogvøllurin í Frankfurt am Main í Týsklandi er tann fjórðstørsti í Evropa. Hiðan er millum annað gott samband við flogvøllir í USA og Ásia.
Fyrstu ferð, Frankfurt verður nevndur í skrivligum keldum, er tað í miðøldini. Býurin verður umrøddur sum Franconofurd í einum skjali frá árinum 794. Í 1220 fekk Frankfurt framíhjárættindi sum frælsur býur í Heilaga rómverska ríkinum. Frá 1810 til 1813 var býurin høvuðsstaður í stórhertugadøminum Frankfurt. Í oktober 1866 verður Frankfurt limaður inn í Prusslandi. Undir Seinna heimsbardaga vórðu stórir partar av býnum oyðilagdir.
Coordinates: 50°06′38″N 08°40′56″E / 50.11056°N 8.68222°E