2014 - Brandur í Funningsstovu náddi upp á toppin á Denali, ella Mt. McKinley, sum tað eisini nevnist. Denali er 6194 metrar høgt og liggur júst norðanfyri pólsirkulin, í amerikanska statinum Alaska. Hetta fjallið sigst vera tað kaldasta fjall í heiminum. Brandur hevur sett sær fyri at náa upp á hægsta fjall í hvørjum heimsparti. Í fjør vóru Brandur H. í Funningsstovu og Sveinur Jákupson uppi á Elbrus, ið við sínum 5641 metrum er hægsta fjall í Evropa.