Mortensens handil keypir fyrsta føroyska dampskipið “Føring”. Hann sigldi við fiski til Suðurevropa, og heim við aftur høvdu teir salt og aðrar vørur.
Jákup Jakobsen doktari leggur fram sítt nýggja føroyska stavingarlag. Hetta byggir á framburðin (ljóðfrøðina) og ikki á upprunan (upprunafrøðina) sum stavingarlagið hjá Hammershaimb.